Innandura klintring

Innandura Klintring 2016

Fyri at klintra skal ein verða limur í Klintrifelag Føroya. Vinarliga havi limakortið sjónligt tá vant verður.
M.A.Winthersgøta. Hettar er ein 14 x 4m Buldriveggur.
Skúlin á Løgmannabreyt. Her ber til at klintra á top-reipi. Veggurin er uml. 7m høgur. Fyri at klintra her skal ein hava tryggingarskeið í klintring ella verða saman við klintrarum ið hava tryggingarskeið.

Hví innandura klintring?

Hettar er eitt tilboð til tey ið vilja halda seg í formi, gerast sterkari klintrarir og læra grundleggjandi klintriteknik.

Klintring innandura er eitt gott ískoyti til klintringina um veturin og tá veðrið ikki er til at fara út. Innandura klintring er ein góður háttur til at gerast betri klintrari, men eisin fyri at økja um kropsligu styrkina. Hettar er eisini eitt gott høvi til at læra grundleggjandi teknik og rørslur ið brúkast í klintring uttandura.

Skipa venjing

Ælanin er at klintrarir kunnu koma tá teimum hugar og neyðugt er ikki at hava fastan partnara fyri at buldra. Fyri at klintra á reipi skal ein hava tryggingarskeið ella verða í høpi við klintrarum ið hevur slíkt. Ein hvør hevur ábyrgd fyri egnari klintring.

Øll kunnu royna seg á klintrivegginum

Fyri at klintra skalt tú verða limur í klintrifelagnum (nýggir limir).

Tað er týdningarmykið at trygdin verður ræðfest høgt og tí krevst at klintrarir hava fingið frálæru í klintring. Skeið sum S1 ella líknandi hóska væl.

 

Umstøður:

Buldriveggurin Buldriveggurin í M.A. Winthersgøtu 4 í Havn

Klintrifelagið hevur leiga seg inn í hølini hjá Tvørmegi. Til ber at klintra 3 ferðir um vikuna við “felagsklintring” umframt at einstaklingar kunnu venja týskvøld, hóskvøld (19-21) og leygardag (13-15). Leiðirnar verða javnan skiftar út og ætlanin er at hava klintrikappingar her.

 

 

Innandura klntringSkúlin á Løgmannabreyt hevur ein innandura klintrivegg sum klintrifelagið hevur fingið loyvi at lána. Veggurin er uml. 7-8 m høgur.  Sum nú er eru alt á topreip, men vit fara at kanna um til ber at seta tryggingar í veggin. Til ber at broyta uppá veggin og gera nýggjar leiðir.

Ábyrdarpersónur er Hans Mikkelsen