Konan


Konan, ein drangur ið stendur norðan úr Kunoynni var klintraður fyrstu ferð í 2015
text5383-6
Fyrstu ferð Konan bleiv klintra, bleiv ein ekspansiónsboltur settur teir fyrstu 15 metrarnar, annars var tryggja við egnum tryggingum. Eitt akker við tveimum ekspansiónsboltum er uml. 4 metrar frá toppinum. Grót góðskan er skiftandi, men sum oftast sera vánalig.

Háttur: Blandað Klintring (blandað á bóltum, egnum tryggum og hjálparklintring (aid))
Bóltar: Ekspansións bóltar
Bóltatal: 1 og eitt akker
Hædd 71 m

Atkomumøguleikar: Úr Hvannasundi verður fari við báti, og lættast er at koma at konuni tá ið tað er fjøra. Ein slíkur túrur tekur uml. 8 tímar tá fari verður úr Hvannasundi.