Klintriskeið

foto-22-2

Um tú vilt læra at klintra í Føroyum kanst tú tekna teg til skeið hjá Klintrifelag Føroya.

Á skeiðnum lærir tú alt sum skal til fyri at klintra innandura og uttandura á boltaðum leiðum. Skeiðið fylgir altjóða góðkenning og allir instruktørar eru útbúnir undir altjóða klintrifelagskapinum UIAA.

Tímar hvønn dag: Skeiðið tekur vanliga 9-12 tímar. Sum oftast verður hettar býtt í tvey. Frálæring gongur fyri seg uttandura og er vanliga í bólkum við 2-4 skeiðlutakarum.

foto-1-2

Krøv: Fyri at fáa skeiðprógv skal ein verða 15 ár. Um so er at ein ikki er 15 ár ber til at lutaka saman við umsorganarpersóni.

Útgerð: Tað verður væntað, at hvør skeiðsluttakari hevur klintriseðla, bremsu, karabinu, kú-hala, hjálm og møguliga skógvar. Um tær vantar útgerð er møguleiki at læna frá Klintrifelagnum.

Tilmelding: Tilmelding á info@faroeclimb.com.

 

foto-23-2

Kostnaður: Kostnaður fyri skeiðið er 1000kr. Íroknað er limaskapur í Klintrifelag Føroya*.

*Limaskapur í Klintrifelag Føroya gevur 20% í avsláttri til klintri- og uttanduraútgerð ymsum handlum.

Ábyrgd: Luttakararnir hava fulla ábyrgd sjálvir. Klintrifelagið átekur sær bert ábyrgd fyri, at undirvíst verður eftur normum, ið eru altjóða góðkendir.

Myndir av skeiði kunnu síggjast á her.