Innandura

Klintri Felagi hevur seinastu árðini haft eitt samstarv við Tvørmegi viðvíkjandi einum innandura klintriveggi, men av tí at Tvørmegi vil vaksa um sítt virksemi verður klintri veggurin tikin niður aftur. Klintri felagi arbeiðir við at fáa ein innnandura klintrivegg í Havn, har vit hava samráðast við Tórshavnar Kommunu, men enn eru samráðingarnar ikki komnar á mál.

Klintrifelagi fekk í summar 2017 tann gamla klintriveggin frá Nørrebro Klatreklub sum stóð á BaNanna Park, harvið eiga vit góðar 200 ferðmetrar av plátum sum er klárt at seta upp tá ið eitt høli fæst til vega, takka verði stuðli frá Safari Transport.

Ein klintri veggur er í skúlanum við Løgmannabreyt sum er uml. 7 metrar høgur, men um klintrast skal inni í skúlanum skal hetta gerast í samstarv við antin skúlan ella hallar stjóran hjá Tórshavnar Kommunu.