Upplýsing um Innandura klintring í hølum felagsins í M.A. Winthersgøtu 4

Sp. Nær verður klintrað
Svar: Klintrifelagið hevur ”Felagsklintring” týsdag og hósdag kl. 19-21 og leygardag kl. 13-15.

Sp. Hvør kan klintra?
Svar: 12 ár og eldri kunnu  klintra. Aldursmarkið fyri at nýta útgerðina hjá Tvørmegi er 15 ár.

Sp. Hvat er kostnaður fyri klintring?
Svar:  Fyri at buldra skal ein verða limur í Klintrifelag Føroya sum kostar 250kr árliga (01 jan – 31. des). Harumframt er mánaðarliga gjaldið 150kr.

Sp. Hvussu meldar ein seg til?
Svar: Limaskap í klintrifelag føroya kan teknast á www.faroeclimb.com/fo/felag/new-members/.
Mánaðarligt gjald kan gjaldast á www.tvormegi.com undir teiginum ”Keyp limaskap”

Sp. Hvussu keypi eg mánaðarligt gjald
Svar:  Far á heimasíðuna tvormegi.com,  Vel “Keyp limaskap”, Vel Klintrifelagið – 1 mánaði kemur í listan. Fylg síðani vegleiðingini, set upplýsingar inn og skipanin tekur teg á “webshop”, har gjaldsupplýsingar skulu leggjast inn.
Tú fært ein teldupost við upplýsingum um limaskap – limanummar og kotu.
Limanummarið og kotan verður nýtt til at melda seg til venjingartímar hjá Tvørmegi

Sp. Hvussu kan eg endurnýggja mánaðarliga gjaldið
Svar: Far á heimasíðuna tvormegi.com, Vel “Endurnýggja limaskap”, Skriva limanummar og kotuna inn. Far á síðuna “medlemskab” og trýst á knappin “Gå til shop”.
Vel ynsktan limakskap. Skipanin minnist nú grundupplýsingarnar.

Sp. Skal eg melda meg til klintritímarnar?
Svar: Ein skal boða frá á internet-skipanini, áðrenn klintrað verður. Hetta gerst við at fara á tvormegi.com. Far á “limaøkið”, logga á. Á síðuni “booking”, velur man dag og tíma.
Felagsklintring eitur “Klív/OG/GAR” á vikuskránni.
Klintring-OpenGym eitur “OG/Klív/GAR” á vikuskránni.

Sp. Er møguleiki hjá limun í klintrifelagnum at nýta venjingarviðurskiftini hjá Tvørmegi?
Svar: Ja limir í klintrifelagnum sum hava mánaðarhald til at buldra kunnu nýta alla útgerðina hjá Tvørmegi í tá klintrifelagið hevur tímar (Felagsklintring + Klintring-OpenGym)

Sp. Er møguleiki hjá klintrifelagnum at lána skiftirúm, brúsur og lounge hjá Tvørmegi?
Svar: Ja

Sp. Skal ein vísa lima-prógv tá ein klintrar?
Svar: Ja. Limakorti skal altíd verða sjóligt tá ein buldrar. Vanliga hongur hettar fast í kálksjáttuni.

Sp. Hvat krevst av útgerð fyri at klintra?
Svar: Klintriskógvar, klálk og ítróttarklæðir

Sp. Hvar kann ein keypa klintriskógvar?
Svar: Klintrifelagið hevur avtalu við ymsar handlar ið geva okkum 10-20% í avsláttri. Vanliga kosta einir skógvar millum 400-800kr (Vegleiðing fylgir við tá ein meldar seg sum lim)

Sp. Skal man verða royndur klintrari fyri at verða við?
Svar: nei, leiðirnar eru ymsar í torleika

Sp. Hvussu verður venjing skipað
Svar: vanligt er at fólk klára seg sjálvan og hjálpa hvørjum øðrum við at gerast betur. Tá til ber koma royndir klintrarar og hava temadag. Har verða ymskir teknikkir og annað at læra.

Sp. Hvussu ofta verða leiðirnar útskiftar?
Svar: øllum stendur frítt at byggja nýggjar leiðir. Ætlanin er at skifta leiðirnar út hvørt hálva ár.

Sp. Er møguleiki fyri familjuklintring?
Svar: ja um áhugi er fyri tí er sera nærliggjandi at skipa fyri klintring fyri børnum og foreldrum. Hettar krevur tó ábyrdaperónar sum kunnu opna og læsa hølini og syrgja fyri at vanlig trygdaratlit verða fylgt.