Stutt søgt tíðindi januar 2015

Søla av klintriútgerð í Føroyum. Smápartafelagið faroedive hevur gjørt søluavtalu við Petzl ið framleiðir klintriútgerð. Vit eru fegin um at føroysk feløg útbjóða klintriútgerð,. Sambart stjóranum í faroedive er ætlanin at hava útgerð á lagri í føroyum. Klintrifelagðið hevur set seg í samband við farodive viðv. møguligum samstarvi.

Innnandura klintring. Tórshavnar kommuna viðgerð enn umsøkn frá Klintrifelag Føroya um ókeypis innanduraklintring. Klinrifelagið góðtók ikki avslag uppá fyrstu umsøknina og hevur tí sent eina nýggja umsøkn. Svar skuldið verða felagnum í hondum í vikuni.

New Sælandska klintriekspeditiónin til føroya í vanda. Ein av Nýsælendsku klintrarinum, Jack Grinsted, ið skuldi koma til føroya komandi summar er fallin og broti sær fótin. Hann fall í sambandi við ein klintritúr í Nýsælandsku alpunum. Óvist er um hettar hevur ávirkan á ferð teirra til føroya.

Føroysk klintrivenjing í Keypmannahavn. Føroyingar ið klintra innandura í Keypmannhavn eru farnir í holt við skipaða innanduravenjing. Vant verður hvørt týskvøld. Regin Reinert er stigtakari.

Enn einaferð føroyingar á Kili. Fleiri føroyingar hava verið á hægsta fjallinum í Afrika (5895m). 22. Jannuar komu Gurðrun Zachariasen og Brandur í Funningstovu upp á Kilimanjaro í Tansania.

Heimsins torførasta klintrileið. Flestu klintrarar eru samdir um at Dawn Wall í Yosimite, El Capitan er torførasta leið ið nakrantíð er klintrað. Beint eftir nýggjár eydnaðis tað Tommy Caldwell og Kevin Jorgeson at klintra tað 19 reibslongd leiðina eftir at hava roynt í 8 år. Brattin (crux) liggur á leið nummar 15 og er 9a. 5 leiðir eru millum 8b+ og 8c+. Harumframt eru fleiri ið eru 8a. Besta nakrar føroyingur hevur klintrað er 7c.