Stutt søgd tíðindi feburar 2015

Stutt søgd tíðindi frá Klintrifelag Føroya Feburar 2015
(leinkja til stutt søgt tíðindi jannuar 2015)

ReginFyrsti Føroyski klintrilærari
Regin Reinert gjørdist fyrsti føroyski klintrilæriari undir UIAA. Hann er útbúgvin av Danks Klatreunion sum fylgir leistinum hjá altjóða klintriuniónini UIAA. Útbúgvingin gevur Regini heimild til at útbúgva klintrarar ið skulu klintra á boltaðum leiðum innandura. Okkum vitandi hevur eingin annar føroyingur útbúgving frá UIAA. Sum skilst er Regin longu í holt við at útbúgva tveir nýggar føroyskar klintrarar.
Regin er 47 ára gamal, hevur klintrað í 3 ár bæði innandura og á hvíttkløddum tindum, teirra millum kenda tindin Matterhorn í Sveis.
Vit ynska Regini tillukku
220px-UIAA_LogoNýggir føroyskir klintrinormar
Klintrifelagið hevur síðani seinasta summar arbeitt við at orða nýggjar klintrinormar ella sokallaða fyridømi. Normarnir eru orðaðir fyri at einsrætta útbúgvin av føroyskum klintrarum. Soleiðis at tey skeið ið hildin verða í føroyum hava eina ávísa dygd og eru snikkaði til føroysku viðurskiftini innandura eins og uttandura. Normarnir hava verið til hoyringar hjá limum av donsku klintriuniónin og verða at finna á heimasíðini hjá klintrifelagnum i næstum.

 

FM klintringFM i innandura klintring
Fyrsta FM í innanduraklintring varð hildi í feburár í skúlanum á Løgmannabreyt. Nýggjar leiðir vóru gjørdar so bæði kvinnur og menn kundu royna seg. Tiltakið varð væl mótikið bæði av lutakarum og fjølmiðlunum. Kringvarpið gjørdi tíðindabrot í 3-2 og síðani hevur heimasíðan hjá klintrifelagnum verið væl vitja, fólk hava sent spuriningar og onkur melda seg inn í klintrifelagið. Vit takka fyriskiparunum og miðlunum fyri eitt gott tiltak.

 

foto 2(3)Klintriskeið í summar
Eins og undanfarna ár verður skeið í uttandurðaklintring í summar. Skeiðið verður eitt sindur ørvísi enn seinasta ár. Í Stuttum verður meira dentur lagdur á praktiska partin og minni á ástøðiliga partin. Nýggar lættar leiðir eru bygdar við hesum fyri eyga. Eisini verður tali av skeiðlutakarum minkað. Fyri tey ið vilja endurnýggja skeiðið frá seinasta ár, verður hildið eitt eindagsskeið.

 

Århus Boulders,Komandi limaár
Klintriárið er frá 1. januar til 31. desembur. Tí ræður um at endurnýggja limaskapin. Klintrifelagið hevur ásett sama limagjald sum undanfarna ár. Eitt av stóru átøkunum hjá klintrifelagnum, er at betra um innanduraviðurskiftini fyri klintring í føroyum. Hettar kann bert gerast í samstarv við kommunurnar og tá er skilagott at kunna vísa á vaksandi áhuga fyri klintring. Í hesum sambandi er týdningarmykið at skarin av limun støðugt veksur.

Klintrifelag Føroya