Samrøða við Brand í Funningstovu sum í 2014 var fyrsti føroyingur á Denali (mt McKinley)

Samrøða við Brand í Funningstovu sum í 2014 var fyrsti føroyingur á Denali (mt McKinley)

20Denali er hægsta fjall í Norður Amerika. Vakra fjallið liggur á 63 breiddarstigum ájavnt við Tróndheim (Tórshavn 62), men umhvørvið er artiskt, tí eingin golfsteymur er. Stormarnir eru sterkir og eingin alpinistur kann vænta sær gott veður allan vegin upp á toppin. Kuldin er ekstremur –  ikki óvanligt niður í  – 75 kuldastig. Klintrararnir flúgva við einum lítlum propelflogfari úr nærmasta býnum Anchorage og lenda uml. 40 min. seinni á jøklinum við fótin á Denali. Vanliga tekur slík ferð uml. 18 – 20 dagar frá basecamp.

Denali, ella mt. McKinley, er 6198 metrar høgt, men sigst vera millum harðastu tindarnar at koma upp á. Hvat er tað, sum ger hetta fjallið so torført at koma uppá ?
Eg veit ikki, um Denali kann sigast at vera serliga torført at ganga, tað veldst um við hvørjum eygum mann sær upp á tað. Um samanborið verður við 7 summits, so verður tað roknað sum tað næsttyngsta, men samanborið við teir 14 tindarnar yvir 8000 m. í Himmalaya og Karokan, so er tað eitt lætt fjall. Tað, sum ger fjallið tyngri enn teir 6200 m. vísa er, at bæði lendið og veðurlagið eru verri enn á flestu fjøllum við hasi hæddini. Eisini liggur tað so mikið norðaliga at jarðarinnar sentrifugalkraft ikki lyftir atmosferina, sum hon ger nærri ekvator, og svarar Denali í luftinnihaldi á toppinum tí, til eitt fjall í Himmalaya á umleið 7000 m. Undirlagið er ísur og kavi allan vegin niðan, og veðrið er sum oftast so mikið kalt og harbalið, at Denali verður nevnt kaldasta fjall í heiminum. Eg hugsi, at 4897 m. høga Mt Vinson á Antarktis helst er kaldari við fjallafótin, men tað, at veðrið sum oftast er støðugari har um leiðir og harafturat nógv minni avfall, ger Mt Vinson til “a piece of cake” at ganga samanborið við Denali, sum onkur tók til.

Fyri nøkrum árum síðani var fjallið kent sum Mt. McKinley. Er navnið við at broytast til Denali?
Tað er ein long søga aftan fyri navnastríðið um hetta fjall, og tað skal eg ikki fara í smálutir við annað enn, at Denali er eldra navnið og eftir mínum tykki rætta navnið – tí soleiðis nevndi upprunafólkið fjallið. Men sum so ofta verða onnur nøvn sett á, og í hesum føri gav William McKinley, sum var forseti frá 1897 – til hann bleiv myrdur í 1901, hesum fjallinum navn. Men tá náttúruparkin, rundan um fjallið, seinni varð víðkað, fekk hon navnið Denali National Park. Fjallafarar nú á døgum nevna tó fjallið við sínum upprunaliga navni, og tað er alsamt meiri vanligt millum manna. Skilji at staturin Alaska langt síðani alment hevur broytt navnið til Denali, men fær ikki forbundstjóðina at gera tað sama, tí at Ohio leggur veto. Tað gera teir helst, tí at William McKinley var ættaður haðani.

Hví valdi tú Denali?
Eg var í einum tíðarskeiði í lívinum, at eg var koyrdur eitt sindur troyttur í tí heila, longdist eftir ævintýri og brendi eftir at fara á spennandi og krevjandi fjallaferð. Valið fall á Denali, tí tað er eitt dreymafjall; hví so er, dugi eg ikki at siga, men haldi, tað hevur nakað at siga við, at tað liggur í Alaska. Og júst Alaska er serliga hugtakandi land fyri meg við síni vilmørk, ríka djóralívi og fjølbroyttu náttúru. Og so er tað hetta við, at Denali er heimsins kaldasta fjall og sera vakurt og stórsligið at líta á.

Tað tók tykkum nógvar dagar at ganga,  áðrenn veruliga uppgondin byrjaði – hvussu ber tað til, at tit bóru alt viðførið sjálvir og ikki høvdu hjálparfólk til tað?
Fjallið liggur so mikið avsíðis, at tað ber ikki rættiliga til hjá fólki at arbeiða sum “porters” , sum berarir vera nevndir. Nógv av høgu fjøllunum liggja annars í fátækum londum, og har er tað góð inntøka hjá lokalum at arbeiða sum berarar fyri ekspeditiónir. Tá somu lond ofta eru í heitari pørtum í heiminum,  eru sum oftast tilboð frá lokalum kreftum, sum so kunnu húsast onkursvegna nær fjallinum. Í hesum sambandi er viðkomandi at nevna, at tað eru nógvir hættir ella torleikastig at ganga/klintra upp á eitt fjall. Tú kanst fara við ella uttan ferðaleiðara, tú kanst fara einsamallur ella við øðrum, við ella uttan iltískoyti, við ella uttan berarum osfr. So á hesu ferðini kann sigast,  at eg fór túr við ferðaleiðara saman við øðrum uttan iltískoyti og uttan berarar. Og soleiðis verður Denali í nógv flestu førum gingið.

Denali er kent fyri sín ekstrema kulda og vandamiklar ódnir. Hvussu kláraði tú teg í slíkum umstøðum? Hvussu fyrireiðkaði tú teg til kuldan?

Tað verður sagt,  at Denali hevur sítt egna veðurlag, ið hevur við sær at veðrið á fjallinum kann vera heilt øðrvísi, enn tað er í økinum, har  tað liggur. Ódnarveður og nógvur kuldi ovaliga á fjallinum er, sjálvt á hásummardegi,  púra vanligt. Vitandi um hetta fyrireikaði eg meg hareftir við heitum klæðum, td. nýtti eg føroysk undirklæði, tjúkkar dýnujakkar osfr. Loysnin fyri at vera væl bjálvaður, men ikki ov heitur er “lag upp á lag skipanin”. Tvs. ein nýtir fleiri løg og tillagar allatíð soleiðis, at ein er passaliga heitur. Trupulleikin við at gerast ov heitur er, at sveittin kølir kroppin av aftaná, og tá er skjótt at gerast illa fyri. Tí er umráðandi alla tíðina at lata seg úr og í alt eftir, hvussu mann kennir seg. Sum frá líður kennir mann kroppin betur og veit á leið, hvussu nógv av klæðum er hóskandi at vera í, í teimum ávísu veðurlíkindinum. – Tá vit lógu á ovastu leguni og gjørdu okkum tilreiðar at fara upp á toppin, brast ódnarveður á, og tá var ikki annað at gera enn at liggja bakk,  so leingi tað vardi. Í samfull trý samdøgur leikaði hart á, men vit lógu heitir og turrir í teltunum og liðu onga neyð; fingu tíðina at ganga við spurnarkapping og annars at eta gott. Fjórða dagin lýsti í, og vit gingu niðan á toppin á hægsta fjalli í Norðuramerika í góðum líkindum, um enn nógvum kulda. Men hóast nógva kuldan og vindin á Denali, var eg ongantíð veruliga kaldur á øllum túrinum, tí eg syrgdi fyri at vera væl bjálvaður hvørja løtu á fjallinum.

Arni Næss sáli (alpinistur, klintrari og heimspekingur) segði um Denali “ Preparation, training and trust between climbing partners are vital to the acent – a lack of any of these can lead to the mouuntaineer´s equivalent of Russian roulette”. Hvussu var toymið og tín klintrifelagi?

Nú er tað soleiðis, at tá ein meldar seg til ein túr við ferðaleiðara verður toymið samansett av teimum, ið júst tá ætla somu fjallaferð – og hetta mást tú nú einaferð liva við. Tíbetur er gáttin rímiliga høg til eina tílíka ferð, í hvussu er við RMI sum fyriskipara, og tí vóru flestu klatrararnir,  eftir mínum tykki,  væl skøddir til avbjóðingina. Allir høvdu royndir úr fjallahøpi og sýntust at vera væl fyrireikaðir. Tveir vóru oman fyri 50 ár, og eg hugsaði at byrja við, hvussu mundi fara og gangast hesum báðum. Og tað vísti seg eisini, at teir vóru veikir, tá vit komu langt niðan á fjallið. Annar fekk lungaødem í Camp 4 og mátti flytast oman við tyrlu, men hin bardi seg, við bit og slit, heilt niðaná.
Vit gingu í reiptoymum á 3 – 4 í hvørjum og vóru hesi samansett eftir javnbjóðis sterkum klatrifeløgum. Sum oftast var eg í tí sterkasta toyminum, sum gekk undan, og tað gjørdi tað kanska heldur tyngri at ganga, men hinvegin fingu vit sum oftast longri fríløtur, av tí vit bíðaðu altíð eftir seinasta toyminum, áðrenn vit herjaðu á aftur. Álit á hinar er alneyðugt, skal túrurin vera nøkur njótan. Tì skuldi tað hent seg at onkur dettur í eina kloyvu, so mugu hinir vera førir fyri, í fyrsta umfari,  at stedga fallinum og síðani draga viðkomandi uppaftur. Hetta álit hevði eg á mínum klatrifeløgum.

Ulf Carlson (alpinistur) skal hava sagt at “the secret of success on McKinley is to ensure that you are poised for the summit when the good weather arrives”. Kennir tú hettar aftur?
Vit lógu sum nevnt bakk í fleiri dagar í hægstu leguni uml.  5200 m., sum svarar til uml.  6000 m. í iltinnihaldi samanborið við Himmalaya. Tað verður sagt, at hetta er ov ovarliga til góða akklimatisering og hvíld. Haldi tó, eg kann siga, at eg gjørdist sterkari av at vera har heldur enn øvugt. Tí tá vit fjórða dagin vaknaðu upp til fagrasta veður,  kendi eg meg sera væl fyri og tilreiðar til topproyndina. Men tað kundi tað sama hildið á við ringum likindum, og fyrr ella seinni høvdu vit noyðst at uppgivið, eins og so nógv gjørdu um hetta mundi. So líkindini hava nógv at siga – men eisini mátturin og úthaldni at bíða eftir røttu løtuni.

Hvussu nógv konstaði túrurin ?
Túrurin við ferðaleiðara kostaði knappar 43.000,- kr. Afturat hesum var flogferð, hoteluppihald bæði í Anchorage og Talkeetna undan og eftir ekspeditionina, klatriloyvi, drikkjupengar sum er 10-15 % av guidaða túr-kostnaðinum, transportur, partur av proviantinum, sum ikki er felags, ferðatrygging og so øll útgerðin, leiga og keypt. Fyri meg gjørdist samlaði kostnaðurin omanfyri 70.000, – kr.,  og tá átti eg væl av klæðum frammanundan, sum nýtast kundi á túrinum.

Vit frættu, at tú keypti hópin av alpin útgerð í USA. Hvat er tann feitasta out-door útgerðin tú hevði við?
Á heimsins kaldasta fjalli er serliga týdningamikið at hava ein heitan soviposa. Eg keypti tann heitasta eg fann, kundi nýtast um kuldin varð   – 40 stig, og hóast hann var heldur yvirdimensioneraður niðarlaga á fjallinum, so kom hann avgjørt til sín rætt ovaliga á fjallinum,  og eg kundi tá sova væl uttan at merkja kulda. Av øðrum vil eg nevna mínar La Sportiva Olympus fjallastivlar, tí bæði á Aconcacua og Elbrus var eg ísakaldur um føturnar og nýtti tá einar Asolo plaststivlar. Men við Olympus hjá La Sportiva kendi eg ongantíð kulda um føturnar. So hesi bæði tingini gjørdu túrin á Denali minni kaldan fyri meg enn á hinum báðum av 7 summits, eg havi royndir frá.

Onkur heldur at kærleiki til klintring viðførir kærleika til klintriútgerð – ert tú samdur?
Kærleiki til náttúruna er eitt, og at vera hugtikin av útgerð nakað heilt annað,  og hesi nýtast als ikki at vera samantvinnað. Men tað er greitt, at klæði og útgerð úr góðum kvaliteti gera tað lættari, fjálgari og tryggari at njóta náttúruna og tær upplivingar, ið kunnu finnast har. Eg síggi útgerð sum amboðini, ið hjálpa einum at røkka teimum ætlanum, sum stungnar eru út í kortið. Við tíðini sum eg fái fleiri royndir, er ambitionin at avmarka nøgdina av útgerð mest møguligt og venja meg við minimalistiskan stíl í so máta, tvs. bert hava tað við sum er alneyðugt. Tá er minni at bera,  og ein hevur meiri yvirskot til at uppliva sjálva ferðina – og billi mær inn, at tað onkursvegna gerst tryggari í og við, at byrðan lætnar og meiri orka er til rørslu, javnvág og at fylgja við.

Hvørja leið gingu tit eftir upp á toppin?
Vit gingu eftir sokallaðu West Buttress, og tað verður roknað sum normalrutan, sum so at siga øll velja, tí at hon er tekniskt lættari og minni vandamikil enn aðrar rutur á fjallinum, og eftir henni er bert í einstøkum støðum “fixed rope” á leiðini. Tað eru 6 legur eftir West Buttress: Basecamp, camp 1, 2, 3, 4 og so High Camp. Nógv fólk vóru at síggja á vegnum niðan, men oman aftur vóru fleiri legur púra tómar, av tí tað í sambandi við illveðrið dagarnar undan, hevði verið so mikið av kavaavfalli, at flestu Denali farararnir vóru heimfarnir.

Hvørjir vóru teir tríggir størstu vandarnir tú møtti á túrinum?
Sum eg síggi tað, er Denali ikki eitt vandamikið fjall, um tað verður tikið atlit og ein brynjar seg til teir vandar, sum har nú einaferð eru. Hetta kann eitt nú gerast við at nýta royndar ferðaleiðarar, fyrireika seg væl kropsliga eins og sálarliga og hava nakað av fjallaroyndum frammanundan – og so hava so mikið góð klæði, at ein kann standa ímóti tí nógva kuldanum. Sjálvsagt er ymiskt, sum ein hevur minni ávirkan á, og skal eg nevna tríggjar størstu vandarnar, so er tað skalvalop, frostbit og hæddarsjúka. Kloyvur í ísinum,  meini eg, at mann er rímiliga væl tryggjaður ímóti, við at vera íbundin reip saman við fleiri øðrum. Og fyri at fáa hypotermi skal ein vera sera vánaliga klæddur tvs.  illa fyrireikaður. Men frostbit kann í roynd og veru koma sníkjandi  við tað,  at tað ikki verður ansað nóg væl eftir, til dømis um tað ikki verður nýtt andlitsverja í nógvum kulda og vindi. Eisini við ikki at vera nóg væl ílatin kunnu hendur og føtur kølast,  áðrenn restin av kroppinum; og tá er ikki óhugsandi at fáa frostbit í fingrar og/ella tær. Hæddarsjúka kann eisini raka ein og hvønn óansætt aldur og royndir, so tað skal mann altíð hava í huga, og tað vil altíð vera ein ávísur vandi fyri skalvalopi í brøttum kavalendi; hetta fyri at nevna nakrar vandar, ið ikki altíð í líka stóran mun eru til staðar, men kortini skulu havast í huga.

Nú ert tú, sum frá er liðið, millum okkara mest royndu alpinistum. Hvat ger túrin á Denali øðrvísi enn Aconcagua, Elbrus ella nøkur onnur fjøll tú hevur verið á?
Aconcacua verður kallað heimins hægsti gongutúrur ella trek, sum tílíkir túrar ofta verða nevndir. Har er eingin jøkul á normalrutuni og lítið av kava um summarið,  tá fjallið sum oftast verður gingið. Tískil eru vandar, sum standast av skalvalopi og falli í kloyvu ella oman eftir kavaklæddari fjallasíðu, ikki til staðar,  og hetta er høvuðsorsøkin til at fjallið er tryggari og harvið lættari at ganga. Á Elbrus norðaru síðu var jøkul frá High Camp og niðan á toppin, men hetta var gingið eftir einum degi. Á Denali harafturímóti verður í tríggjar vikur gingið og búð á jøkli við kava og ísi. Kuldin og veðrið sum heild eru væl meiri avbjóðandi enn á hinum báðum nevndu fjøllunum. Sum eg havi upplivað,  er Denali klassar omanfyri hini bæði, men við nakað av royndum, venjing og góðum fyrireikingum tó til at røkka hjá teimum flestu.

Myndir Denali 2014