Nýsælandskir klintrarir til Føroya komandi summar

Komandi summar koma 3 Nýsælandskir klintrarir til Føroya. Teir hava eitt størri klintriprojekt í huganum. I samband við ætlanina var ein teirra, Tom Grinsted, í Føroyum og vitjaði í Septembur.

TomTom klintraði í Norðadali men var eisini runt á oyggjunum, ma. norðoyggjum og hugti eftir projektum at klintra. Vitjanin í Føroyum varð so væleydna at han, saman við øðrum úr Nýsælandi hava luttykið í kapping um fíggjarligan stuðul til Føroyskt-New Zealanskt klintriprojekt. Fondurin ið letur fíggjarligan stuðul er eingin minni enn fondurin hjá Sir Edmund Hillary, fyrsta manni á Everest. Fondurin letur pening til spennandi ekspeditiónir, men eisini til vælgerandi endamál ofta í Himalaya umráðnum kring Everest. Í fyrstu atløgu mátti hópin av tilfari savnast saman til umsøknina ið fyllur uml. 22 blaðsíður. Tá teir vóur komnir ígjøggnum nálareyga, skuldu toymi muntligt greiða frá trygd, risikovurdering, klintriætlan, atkomumøguleikar osfr. áðrenn teimum varð játta góðar 100.000 krónur.

Hettar er ein stórhending í Føroyskari klintrisøgu og ferð óiva at hava jaliga ávirkan á klintring í Føroyum.