Klintriskeið august 2014

21 lutakarar vóru við á fyrsta klintriskeiði, sum Klintrifelag Føroya helt 1. – 3.  august.

Skeið
At halda klintriskeið í Føroyum hevur verið upp á tal í eina tíð. Áðrenn tað kundi lata seg gera, skuldu nógvar fortreytir vera í lagi. Tann fyrsta fortreytin lá í hugburðinum um,  at tað ber til at klintra í Føroyum, síðani hvussu slíkt tiltak verður móttikið, og ikki minst um tað er gjørligt at seta nøkur við, sum hava hug at klintra?. Spurningar, vit settu okkum, var, um klintrileiðirnar vóru nóg viðgjørdar, soleiðis at til bar at vekja áhugan hjá nýbyrjarum? Hvussu  veðrið fór at hátta sær, og hvussu skeiðið skuldi vera uppbygt.
Økta talið av klintrileiðunum í Norðradali hevur havt stóra raðfesting, og av tí at arbeiðið gekk gott spíraði hugskotið um at halda klintriskeið. Nógvar góðar kreftir í Klintrifelagnum hava gjørt tað møguligt,  so bæði útgerð, logistikkur og fyrireiking lá á fleiri hondum. Gott samband við klintriumhvørvi í Keypmannahavn gjørdi, at fleiri instruktørar bjóðaðu seg fram at koma til Føroya. Ein teirra hevði tó serligt tilknýti til Føroya og sá nógvar møguleikar at útvikla klintringina her  heima. At ólavsøkan var hørð við Instruktørin sást, tá hann lá seingjarbundin við krími í skótahúttuni,  meðan nýklaktu kursistarnir royndu seg í Norðradali.

 

foto 2(2)Áðrenn skeiðið møttust vit í nevndini. Hetta var saman við instruktørinum, so vit kundu fáa skil á, hvat skal til fyri at klintra í Norðradali. Vit avgjørdu, at tað skal vera undirvíst eftir einum viðurkendum leisti, hesu ferð eftir normunum ið Dansk Klatriunion hevur sett. Harafturat skulu skeiðslutakararnir vera fyrireikaðir  til at klintra í Norðradali. Fyri at hetta skuldi bera til, tóku vit partar av S1, S2 og S3 klintriskeiðnum og settu tað saman til “Norðradalsskeið”.  Í framtíðini kundi hugsast, at vit settu okkara egnu normar, sum hóska betur til viðurskiftini í Føroyum.

 

 

foto 2(1)Luttøkan til skeiðið varð avbera góð. Longu fyrsta dagin var fullteknað, og fleiri komu í biðirøð. Tí fóru vit at leita eftir einum øðrum instruktøri. Tilvildarliga var Emil Dalgaard Christensen staddur í Føroyum og vildi hjálpa til. Tí bar til at økja um luttakaratalið fra 15 til 21.
Fleiri teirra, ið luttóku, kendu hvønn annan frammanundan. Onkur hevði royndir við klintring, onnur gongufólk og aftur onnur høvdu als ongar royndir.

 

 

foto 2(5)Áðrenn skeiðið høvdu vit bygt leiðir, ið vit hildu vera hóskandi fyri nýbyrjarar. Hetta vísti seg at vera lættari sagt en gjørt. Leiðirnar vestanfyri eru rættiliga brattar, og hóast góð hald og trin eru nógva staðni, kann hetta tykjast møtumikið. Tí var farið undur at gera nýggjar leiðir eystari á vegginum. Har er lítið hall á vegginum, og ein fær betri fótafesti. Hesar leiðirnar tykjast verða vælegnaðar til nýbyrjarar. Eftir skeiðið valdu vit tí at byggja tríggjar nýggjar leiðir har.

Longur eystanfyri er uppgongd, har tvær leiðir vóru bygdar. Hóast nógv varð ruddað av leysum gróti, sóu vit okkum noyddar at steingja hesar leiðirnar annan skeiðsdagin vegna leyst grót. Síðani hava limir í klintrifelagnum verið og ruddað, so eftir er at royna hesar.

 

foto 2(3)Stórur partur av fyrsta degnum fór við ástøðiligari frálæru. Onkur vildi vera við, at hetta tók ov langa tíð. Vit hava tosað við instruktørin um møguleikar fyri at býta ástøðina út á hinar dagarnar. Mitt undir stóra klintriøkinum liggur nógv omandottið stabbagrót, ið er gott at sita á. Her liggur væl fyri at fáa frálæru, og tí varð staðurin nevndur “Setrið”. Har vóru tvey akker sett í ein klett, so klintrararnir kundu “tráða ígjøgnum” akker. Lutakararnir vóru býttir í bólkar við 3. – 4 í hvørjum bólki, og roynt var at blanda tey, ið høvdu  flestar og fægstar royndir. Fyrsti partur av degnum var sólríkur, men seinni regnaði.

 

 

foto 3(2)Annar dagurin var  klintridagur, og fólk sluppu at royna seg. Tað merkir, at flestu sluppu at royna seg, tí í onkrum bóliki gekk seint. Orsøkin var allarhelst, at tað fyri summi er møtumikið, og tí gongur seint. Vit hava síðani bygt leiðir, ið eru enn lættari at koma uppá. Harafturat ætla vit at tey, ið kenna á sær at hæddin bilar, skulu fáa nakrar eyka túrar á top-reipi. Annar dagurin endaði við góðari máltíð á Hvonn í Havn. Her helt høvðus-instruktørurin røðu og formaðurin í klintrifelagnum takkaði instruktørunum fyri samstarvið

 

 

 

Triðji dagurin var klintridagur burturav. Gott veður fekk nógvar klintrarar á tær torføru leiðirnar á vestara vegginum. Onkur talent vóru, ið komu á toppin á teim fyrstu leiðunum, onkur fekk vant tað, ið ikki kom upp á pláss dagin frammanundan. Tað var ein frøði at síggja so nógvar klintrarar gera sær dælt av føroysku náttúruni hesar tríggjar dagarnar. Vit í klintrifelagnum vóna, at tit hava havt eitt gott skeið.

 

 

 

Klintriskeiðið varð sett saman so tað passaði føroysku leiðunum og verður tískil eitt samansett program av danska S1, S2 og S3 norminum.  Samanumtyki eitt væleydna klintrisekið. Viðmerkingar frá lutakarum, skeiðhaldarum og konstruktivar afturmeldingar hava viðført at klintriskeiði komandi summar verður nakað broytt. Onkur ynskti at byggja uppá vitanina og læra at klatra siðbundna klintring (á egnum tryggingum) og onnur at klintra fleiri reipslongdir. Alt hettar verður tykið til efturtektar komandi vár.

Við klintrikvøðu