Klintriskeið 2015

Byrjunarskeið

foto-22-2Dato: 20-21 juli

Tímar hvønn dag: Um 6 – 8 tímar i tveir dagar.

Hvussu nógv pláss: Pláss er fyri 15 skeiðsluttakarum

Krøv: Lutakarar skullu verða 15 ár. Tú vera rímiliga væl fyri likamliga

Útgerð: Tað verður væntað, at hvør skeiðsluttakari hevur klintriseðla, bremsu, karabinu, kú-hala, hjálm og møguliga skógvar. Harumframt eitt klintrireip til tveir luttakarar. Klintrifelagið hevur avtalu við handlar, ið selja útgerð, so limir okkara fáa 20% í avsláttri. Okkara royndir eru, at um onkur manglar útgerð, er ofta okkurt til láns. Hettar kan avtalast, tá skeiðið nærkast.

foto-1-2Uppbygnaður á skeiðnum: Skeiðsluttakarar fáa sent tilfar um klintring við telduposti. Nøkur ting skulu lærast, áðrenn skeiðsbyrjan. Klintriinstuktørurin gjøgnumgongur tingini ástøðiliga á staðnum. Luttakararnir verða bÝttir upp í bólkar, sum, saman við royndum klintrarum, royna lærdu tingini á klintrivegginum.

Um veðurlíkindini eru vánalig: So er møguleiki at gjøgnumganga nøkur av tingunum innandura á klintriveggi. Tó royna vit at vera úti, tí hóast líkindini ikki eru av teim bestu, kunnu vit læra týdningarmiklastu tingini. Um líkindini ikki eru góð, kundi verið klintrað 22. juli.

Tilmelding: Tilmelding á info@faroeclimb.com byrjar 1. juni 2015. Plássini fara til tey, ið fyrst melda seg til.

foto-23-2Kostnaður: 1000 krónur fyri hvønn skeiðsluttakara. Tá er limaskapur í Klintrifelag Føroya íroknaður (200 kr.)
Skal ein vera limur í klintrifelagnum? Ja, fyri at luttaka skal ein vera limur í Klintrifelag Føroya

Ábyrgd: Luttakararnir hava alla ábyrgd sjálvir. Klintrifelagið átekur sær bert ábyrgd fyri, at undirvíst verður eftur normum, ið eru altjóða góðkendir.

Skeið fyri royndar klintrarar 23. juli

Endamálið er fyrst og fremst at uppfríska týdningarmiklastu trygdarreglurnar. Fyri tey, ið ikki eru von at klintra í Føroyum, men sum hava klintriskeið (innandura ella uttandura), fara vit fegin at gjøgnumganga og venja toppakkerini í Føroyum og somuleiðis vanligar framferðarhættir.
Harumframt, um ynski er um tað, gjøgnumganga vit ástøðiliga partin um at klintra á fleiri reipslongdum og abseil.
Kostnaður: tað krevur bert limaskap í Klintrifelag Føroya (200kr.)