Fyrsta buldrikapping í Føroyum

7. November 2015 var fyrsta buldrikapping í Føroyum. Hettar gekk fyri seg á nýggja innandurða klintrivegginum hjá Klintrifelagnum. Klintriveggurin – ein sokallaður buldriveggur – er settur upp í hølunum hjá Tvørmegi í Tórshavn.

Vinnari av kappingini var Baldur Meitel og honum bleiv handað vinningar, ið stuðlaðir vóru av Climbtown.dk og Gubbies.com

Klintrifelagið takkar  2×3 / Timburhandilin fyri stuðul av tilfari til klintriveggin. Takka verður eisini øllum sjávboðnum arbeiði í samband við uppsetan av klintrivegginum.

Vit síggja fram til næstu buldrikapping til Jólar 2015. Vónandi verður væl møtt upp til nakrar hugnaligar tímar millum klintrisinnaði.