Brandur í Funningstovu á veg upp á Denali (Mount Mckinley)

Í skrivandi stund ferð Fjallafelagin Brandur í Funningstovu upp á hægsta fjallið í Norðuramerika. Denali sum inuittarnir kallaðu tað, tað er 6194 metrar høgt og eitt av teimum 7 høgu tindunum (seven summits).

BrandurNógvar royndir
Brandur er ein royndur fjallafelagi. Hann vaks partvís upp í Skúgvi har hann var í bjargaferðum. Síðani flutti hann til Danmarkar og kom her í samaband við klintrarar. Hann tók skeið í Danmark og Norra og hevur klintra ymsastaðni í Evropa. Brandur var við til at planleggja klintriferðina upp á hægsta føroyska drang Búgvan (2007). Síðani hevur hann verið á hægsta fjalli í Suður Ameriku Aconcagua (6960m.) m.a. saman við Arna Vatnhamar (Everest 2014). Í 2012 var hann ymsum fjøllum í alpunum á Mt. black, Breithorn twin o.a. Í 2013 var hann á hægsta evropeiska tindinum Elbrus (5642m).

Denali ein av heimsins torførastu tindum
Hóast Denali ikki er millum allar hægstu tindarnar so eru viðurskifti ið gera hesa ferðina til heimsins næst torførastur, eftir Mt. Everest. Denali liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Hettar ger at kuldin er øgiligur. Denali verður ofta mett verða heimsins kaldasta fjall. Brandur sigur at hann er fyrireikaður til 40 kuldastig á toppdegnum. Av tí at sentrifugalkrafting dregur nógva luft frá pólunum so er luftin sera tunn á Denali. Hóasat tindurin er 6194 metrar, so svarar hettar til eitt barometriskt lufttrýst sum kan samanberast við ein 7000 metrar høgan tind í fjallaketini í Himmalaya.

Umframt kulda og tunna luft so er størsta avbjóðingin óiva langi gongutúrin niðan á fjallið. Frá fjallafótinum til tindin eru heili 6000 metrar. Brandur sigur at han skal hála eina sletu eftir sær við allari útgerðini.

Ikki vandaleyst
Vandi er í hvørjari vælferð og umframt kulda, tunna luft og langt burtur frá nærmastu hjálp so eru tað ódnirnar ið hótta á Denali. Veðrið í Alaska um hesar leiðir er hervilgt og broytist skjótt. Fyri at náa toppinum er avgerandi at verða so tætt at hesum og sláa til tá veðrið endiliga er gott.

Vit ynskja hesum ævintýrara og fjallafelaga sera góða fjallaferð