Alpinskeið í Chamonix

Í døgunum 30 august til 6 septembur vóru Dávid Nielsen og Absalon Eysturoy á alpin-skeið í Fraklandi.

foto 1(1)Talan var um eitt alpin skeið ið deils lærur teg at ferðast í høgu fjøllunum og deils gevur tær møguleikar fyri uppliving í hvíttkløddu alpunum. Vit fingu møguleikar at klintra í fjøllunum á kletti í vanligum klintriskóm og klintriútgerð, men mest av skeiðnum fór við at klintra hvíttklæddar tindar, ryggir og fjøll.Vit flugu úr Keypmannahavn til Genev. Hettar kan gerast bíligt og beinleiðis um ein bíleggur í góðari tíð. Síðani ein bustúr á 1 tíma til Charmonix.

 

foto 2(2)UCPA

Síðani vóru vit innlogeraðir í girstingarhúsið sum fyriskiparinir eiga. Fyriskiparinir, UCPA, er franskur felagskapur, ið upprunaliga varð ætla fronskum ungdómi. Felagskapurin varð settur á stovn av landinum og endamálið er at stimbra ung til at brúka av náttúru. Á ein tryggan og býligan hátt kunnu tey læra at ferðast trygt í fjøllunum. Felagskapurin umboðar hevur nógvar aðrar ítróttargreinar eitt nú paragliding, fjallasúkling, ski, sigling og mangt annað. Felagskapurin gevur eisini rúm fyri øðrum enn fraklendingum og tí var meira enn helminingurin aðrastaðni frá. Umframt at verða ein etableraður og bíligur felagskapur, so hevur UCPA høvi at læna tær útgerð. Hettar hevur alstóran týdning fyri byrjarar, tí alpin-útgerð er als ikki bílig. Vit fingu ísøks, krampons, reip, tryggingar (frændar og kílar), seðla, ryggsekk og alpin-skógvar. Øll útgerðin var nýggj og millum fragastu mekini á markaðinum. Umhvørvið á UCPA gistingarhúsinum var heilt góður. Øll ið har vóru høvdu tosaðu um alpinismu, fjallaferðir, klintring, útgerð og ymskar upplivingar. Barrin um kvøldarnar var á tremur við fólki ið høvdu okkurt upp á hjarta so lætt var at koma í samband við fólk. Uttanfyri var ymisk at tríva í eitt nú ein slack-line, pétanque, flogbóltur osf. Vit búðu á einum 4 mans kamari saman við einum onglendingi og einum parisara. Hetta riggaði væl og um vit ikki vóru troyttir av alpin-prátinum framanundan so tóku vit kortið og førarin fram fyri at greiða frá hvussu leikur fór framm á seinasta túri. Á hendan hátt lærdu vit okkum nógv um Chamonix dalin. Flestu vita at Mount Blanc (4810m) liggur yvri Chamonix dalinnum, men møguleikum fyri alpinismu og klintring eru ótømandi og hava viðført at klintrarar hava búðsetst har í mánaðir. foto 3(2)Skeiðið byrjaði við einum royndartúri har lærarin sá hvat vit vóru mentir. Síðani løgdu vit ætlan fyri teir næstu dagnarar. Endamáli var at læra so mest sum møguligt um klintritekknikkir, um vandar á leiðini, um hvussu reipini best verða nýtt. Bert tað at ganga í samanbundnir í reip kan verða torført har brattlendi er. UCPA: http://splashurl.com/lmlw87b

Ferð er avgerðandi

foto 1Hóast vit altíð tóku ski-lyftirnar upp í hæddina so var oftani langt at ganga áðenn verðuliga klintringin byrjaði. Onkuntíð fóru vit týliga av húsum – einaferð kl. 03.00 ella tað teir kalla fyri eina “alpin-byrjan”. Hettar er neyðugt tí kavin er bestur áðrenn sólin hevur hita hann. Tá er vandin fyri skalvalopi eisini minni.

 

 

Hendan túrin búðu vit í eini fjallahyttu og regulin er at ein skal verða heima áðrenn kl. 12.00. Onkrir dagar vóru langir og vit náddu júst aftur til lyftina áðrenn seinasta túr omanaftur í Charmonix.   foto 2(1)Tí ræður um at ferðast skjótt. Tað merkir ikki bert at tú skalt ganga og klintra skjótt, men eisini hava tingini við hondina, ikki lata toymið bíða eftir tær og verða framsíggin. At byrja við vóru vit í so varnir. Nýttu nógvar trygginar og hvør reipslongd var tryggja við bremsu júst sum tá klintra verður á kletti. Hettar tók og langa tíð og ber ikki væl til í øllum kavanum og í hanskum. Seinnri á skeiðnum vóru vit tryggari í at brúka “running-belay” (tá báðir klintrarinir klintra í senn). Eisini at nýta nátúrligar tryggingar sum td. stórar steinar og kavaskalvar. Á tann hátt gekk skjótari og kjansurin at náa málinum, vit høvdu sett okkum, øktist.

foto 4(1)

Alpinisma (US: mountainering) er heiti fyri ítróttin fjallaklintring. Alpinisma er at ferðast í teimum høgu fjøllunum undir líknandi viðurskiftum sum í alpunum. Hettar umfatar alt frá at ganga, aðka á skí, klintra, ferðast á gletjarum. Hesin ítrótturin krevur ofta at tú dugir at navigera, fylja korti og kumpassi, at halda hitanum tá kalt er og planleggja slíkar túrar. Einki føroysk orð er fyri alpinismu. Ymiskt hevur verið uppi at venda: fjallaferðing, fjallaklintring o.l. Vit vóru sera væl nøgdir við skeiðið og ikki minst góðu møguleikarnir hjá UCPA. Sum ein náttúrligur partur vóru allir topparnir, ryggirnir og gjáðirnar vit klintraðu. Onkran 4000m tind fingu vit eisini. Eftir skeiðið kendu vit okkum nógv stinnari í alpinsmu og vita nú betur um klintrimøguleikarnar í Chamonix dalinum. Óiva verða bæði UCPA og Chamonix karmar um líknandi uppliving í nærmastu framtíð. Dávid og Absalon