Geituskorardrangur


Geituskorardrangur, ein drangur ið stendur suður úr Vágoynni var klintraður fyrstu ferð í 2016
text5383
Teir fyrstu 40-50 m eru sera lættir, har verður gingið, og onkrastaðni er tørvur á einari trygging. Úr 70-80 m kann klintrast við egnum tryggingum, lætt at klintra uml. (5+). Víðari uppá graslíðina uml. 110 m er meira torført at klintra har eru 8 ekspansións boltar settir, og eitt toppakker. Uppá toppin var klívi og kann tryggjast við egnum tryggingum.

 

Háttur: Blandað klintring (blandað á bóltum, egnum tryggum og hjálparklintring (aid))
Bóltar: Ekspansións bóltar
Bóltatal: 8 og eitt akker
Hædd: 121 m

Klintrarar 2016
Bergur Mikladal
Jóhannus Hansen


Atkomumøguleikar: Úr Sandavági verður farið við báti, tað er lætt er at koma at Geituskorardrangi við báti, lættast um tað er fjøra. Ein slíkur túrur tekur uml. 5 tímar tá farið verður úr Sandavági.