Búgvin

Búgvin er fyrsti drangur í Føroyum ið varð klintraður við nýmótans klintriútgerð. Av tí at bóltar ikki vóru tøkir, varð fari undir at gera stálstengur og egnar bóltar. Hettar krevur serligan kunnleika at tryggja seg í, men er nemt tá komið er á lagið. Akkerð eru frá 2005-7
Háttur: blandað klintring
Bóltar: stengur. Stavnabregd út 6mm. kordeli og snarlykkja
Hædd: 188m
Atkomumøguleikar: Við báti frá Gjógv. Torført at leggja í norðanættunum
Reipslongdir: 12

 



Leiðir:
1+2: Úr fjøðrini og upp á Smørklett. Egnar tryggingar. Leið 2 kan fríklatrast. Ofta brýtur minni um klettin við leið 2. Leiðin er løtt at klintra og grótið fast.
3: Frá Smørkletti upp á Gula Høvdið. Blandað klintring. Fyrsti partur er brattur og gongur síðani eftir smalari hyll áðrenn ein skal út yvir í leysa luft, bert stuðlaður av ørmunum ímillum bergið og Gula Høvdið. Gott standipláss.
4: Frá Gula Høvdinum niðan í Bóli. Egnar tryggingar – stórar frændar í kloyvu til høgru.
5: Mest gras og ein hamari ið er 4m høgur. Kan gerast uttan tryggingar
6: Bratt graslendi har møguleiki er at seta tryggingar í gróti innanfyri. Endar í einum hamara
7: Stutt, heilt vertikalt. Tryggingar í stengur
8: Gott grót, torført. Klintra í horninum. Tá uppkomin til bakkan skal ein til vinstru. Einkultar stengur at tryggja í, men má tryggjast á egnum tryggingum.
9: Langur brattur hamari. Tryggjast í stengur
10: Brattur hamari. uml. 10 metur upp og síðani tvørklintring til høgru til grasið. Síðani upp gjøggnum gras til eina holu. Tryggingar í stengur
11: Upp úr holuni ímillum bergið og ein stóran stein. Fyrst nakað yvirhangandi síðani verður lættari. Egnar tryggingar.
12. Væl valla allanvegin til toppin.