Førari

Tað eru ymskir møguleikar fyri klintring í Føroyum: Buldra (bouldering), stabbar og drangarnir. Ymskir stórir klettar liggja runt í Føroyum og nakrar stuttar leiðir í Hoyvíkini hava verið klintraðar uttan reip, men við fallmáttau (crash pad). Hesin háttur er ikki nógv nýttur og møguleikarnir ikki væl granskaðir. Hinvegin eru nakrir av vakrastu drangunum í Føroyum klintraðir. Drangarnir eru illa bardir av vindi og brimi og tí verður leyst grót og vøkstur beindur burtur. Tað er oftani torført at koma til drangarnar og einasta atgongdin er við báti. Stabbagrótið í Føroyum er serliga gott at klintra á. Vøkru stabbarnir samla seg í syllunum umkring landið. Eysturoyarsyllin og Streymoyrarsyllin hava sera góðar møguleikar og fleiri teirra eru óroyndir. Tí er spennadi at royna nýggjar leiðir ið eingin hevur roynt. Hetta krevur klintring á egnum tryggingum (kílum, frændum osfr.). Klintring á bóltaðum leiðum (sportklintring) hevur ikki verið møgulig í Føroyum fyrr enn á summri 2013 tá fyrsta leið varð bóltað í Norðradali.


Førari1

Førari2


Førari3