Arni aftur av Everest

Stórfingin móttøka í Kastrup lufthavn tá Arni kom aftur í dag.

Arni og merkiðGleðin var stór á Arna tá hann varnaðist at fløgg og bannarir veittraðu í atkomuhøllini í Kastrup í dag. Sterki føroyingurin ið  fyrstur setti fót á heimsins hægsta fjallatind vísti seg frá síni bleytu síðu og varð týðiliga rørdur tá kona og børn hansara saman við myklari fjøld bjóðaðu honum vælkomin heimaftur. Enn størri móttøka var í Føroyingahúsinum á Vesterbrogade. Her helt systur Arna vælkomstrøðu og tey ið saman vóru komin fyngu sjampagnu og ábit. Síðani helt vinmaður og klintrifelagin hjá Arna, Regin Reinert, røðu har hann greiddi frá fyrrverandi túrum sum teir báðir hava verið á. Regin helt við at skuldi nakar klára hettar megnar bragd so varð tað Arni – hetta visti ein og hvør sum hevði  sæð hann í kavakløddu fjøllunum.Sum umboð fyri Klintrifelag Føroya handaði Absalon Eystruoy Arna tann gylta Kílan. Tann gylti Kílin verður givin føroyskum klintrara ella fjallafelagaða ið hevur framt serligt bragd ella á onkran hátt hevur skrivað seg í Føroyska klintrisøgu. Síðani helt Arni røðu har hann hjartaliga takkaði stuðlum og ikki minst familju fyri at hava staði aftan fyri seg á síni ferð. Tað var ein rørandi stund at síggja hendan óføra mann, men tað sást týðuliga at túrurin var stævin. Skeggið vælvaksi og órakað, buksurnar hingu niður um reyv  og nógv afturfarin. Húðin sólbrend og eyguni innfallin. Ein sonn mynd av einum ævintýrara – ein mynd ið minnir um menn sum Thor Heyerdal og Troels Kløvedal. Ein sær á slíkum ævintýrarum eina gleði. Hesa gleði skilja bert tey sum hava gingið leiðir ið taka menniskja út á markið av tí sum møguligt er.