Arni á Everest

Tað tók føroyingum 61 ár at endurtaka bragdi hjá Sir Edmund Hillery (Ný Sæland). Arni Vatnhamar varð fyrsti føroyskur ið setti fótin á toppin á 8848 metur høga tindinum.

Hettar er søguligt og ein sonn frægt fyri føroyingar og ikki minst føroyingum ið hava áhuga í fjallaferðum. Hóast Arni er búðsitandi í Danmark og børn hansara hava eina týðuliga danska dialekt so kennist tað rættiliga gott fyri tjóðskaparkensluna at eisini føroyingar átaka sær slíkar uppgávur.

Arni er ikki fyrsti føroyingur, ið hevur ætla sær upp á Everest. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdist í føroysku bløðum at ungur Vestmenningur fyrireikaði seg til stóra takið. Onkur sigur at hesin fekk hæddarsjúku á einum øðrum fjalli og mátti gevast, onnur at hann varð forelskaður í kvinnu og mátturin til brøgd fór úr honum.

Oftani verður sagt at Everest er eitt fjall har verðuligu fjallaklararar ikki fara. Deils tí teknisku krøvini til klatring ikki eru serliga høg deils at kommersielli heimurin hevur neyðtykið fjalli og svína tað til við ruski. Onkur vil eisini verða við at høgi prísurin fyri ekspeditiónia fer til at sherpa fólkið nærum berur teg á lógvum upp á fjallið og tú ikki eigur at gerða annað enn at fylgja við í reipunum ið hesir hava lagt allan vegin upp á toppin. Soleiðis er  øll ábyrgd tykin frá tær sum fjallaklatrari. Hesin pástandur verður oftani framlagdur av fólkið ið ikki hava nakrar royndir inna mountaineering. Sannleikin er at tað krevur meira enn góðan likamsliga og sálarliga styrki at megna slíkar hæddir. Ikki øll kunnu megna hettar vegna hæddarsjúku. Hæddarsjúkan kan ikki venjast og tí eru tað ikki øllum luta at kunna koma so høgt í hæddirnar.

Vit í Klatrifelag Føroya eru sera errin av at kenna hendan kappan ið hevur skrivað seg í  føroysku klatrisøguna.