Nýggir limir

Klintrifelag Føroya varð sett á stovn 27. maj 2014 og í tí høvi vilja vit bjóða nýggjum limun vælkomnum. Endamálið við felagnum er at skipa umstøðurnar fyri klintring í Føroyum og gera nágreiniligar frágreiðingar um klintristøð, atkomumøguleikar og vegleiðarar til einkultu leiðirnar. Eisini verður miða eftir at halda skeiðir og útferðir ið geva møguleika at koma út í nátturina á ørvisið hátt, har ein fær bæði likamliga og sálarliga avbjóðingar. Felagið hevur eisini ætlan at ogna sær nakað av felagsútgerð ið kan lánast av limum felagsins. Harafturat fáa limir okkara avsláttur í hesum handlum ið selja klintriútgerð; Friluftsland (20%), Fjeld&Fritid (20%) og Eventyrsport (10%). Flest kunnu gerast limir í Klintrifelagnum (sí viðtøkur).

Heitt verður tí á allar klintrarar og fólk við áhuga fyri klintring í Føroyum at stuðla hesum átakið.

Limagjald 250,- kr um árið (1. Jan. – 31. Dec.)

Gjaldast á konto í Nykredit:

Reg: 5479 Kontonummar: 0913275
Viðmerkja: Navn.

Tá ið goldið er, vilja vit fegin hava ein teldupost á info@faroeclimb.com við hesum upplýsningum:

Navn:
Búðstað (bert bygd ella bý):
Føðingardag:
Klintriroyndir:

Limur ið kunnu hugsa sær at luttaka á ymiskan hátt í felagnum vilja vit fegin eisini hoyra frá, so vit saman kunnu menna klintring í Føroyum.