Um Okkum

Klintrifelag Føroya varð sett á stovn 27. maj 2014

Frammanundan hava fleiri fingist við klintring í Føroyum, men saknur hevur verið á skipaðum viðurskiftum. Endamálið við felagnum er at skipa umstøðurnar fyri klintring í Føroyum, at kunna klintrarar í Føroyum eins og vitjandi klintrarar um klintrimøguleikar í Føroyum og at gera nágreiniligar frágreiðingar um klintristøð, atkomumøguleikar og vegleiðarar til einkultu leiðirnar. Hartil vilja vit økja um trygdina við at halda skeið, bólta leiðir og skapa ein felags hugburð um hvussu ferðast skal í klintrihøpi.

Klintrifelag Føroya